Bílig arbeiðsmegi kann ikki góðtakast

- Tað eru fleiri orsøkir til, at tað gongst illa at manna línubátar í dag, og tað gongur striltið at fáa fólk at trívast umborð á nøkrum av hesum skipum. Tó eru fleiri línuskip, sum hava eina góða manning, ið hevur verið umborð í fleiri ár. Umborð á slíkum skipum trívist manningin væl.

Tað skrivar Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu í dag.

Felagið ásannar, at tað eru línuskip, har tað ikki gongur so væl at fáa manning.

- Ymiskt hevur verið, hvussu hugburðurin hjá reiðara og manning er. Tað vanliga, sum er at hoyra, er, reiðarar mugu fáa nakrar útlendingar umborð, so teir fáa mannað skipini.

Fiskimannafelagið sigur, at skulu útlendingar umborð á línuskip, skal tað sjálvsagt vera eftir sáttmála hjá hesum skipum.

- Okkara svar er, at um støðan er so vánalig, verða vit noyddir at góðtaka, at útlendskir fiskimenn sleppa umborð á føroysk línuskip. Men okkum líkar avgjørt ikki, tá róð verður uppundir, at reiðarar vilja hava “bíligar” menn umborð.

- Heilt erligt. Um tit ikki fáa fiskin upp eftir føroyskum viðurskiftum, er betri, at hann svimur í sjónum. Teir reiðarar, sum ikki kunnu løna línumonnum fyri gott arbeiði, eiga at lata aðrar gera tað, sigur Fiskimannafelagið á sini heimasíðu í dag.