Bíleggja atgongumerki á netinum

Til ber nú hjá fólki at bíleggja sær atgongumerki umvegis internetið til sjónleikin Kaktusblóman, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag í hesum døgum framførir

Um fólk hava hug og møguleika til tess, kunnu tey nú bíleggja sær atgongumerki til skemtileikin Kaktusblóman umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Hetta er ein roynd fyri fyrst frá felagnum at víðka um tænastustøðið, tá tað kemur til at selja atgongumerki.
Vanliga kunnu tey bíleggjast í Atlantis ein tíma undan sýning, men nú kunnu tey sum sagt eisini bíleggja á netinum. Og tað kann gerast allan dagin inntil klokkan 18.
Tá ein ætlar at bíleggja á netinum, er bara at fara inn á heimasíðuna hjá felagnum, sum er www.kls.fo og fylgja upplýsningunum har.
Treytir eru settar fyri, at ein bílegging verður góðtikin av felagnum, og mugu hesar verða fylgdar fyri, at ein skal hava ognað sær eitt atgongumerki.
Hetta hava tey í sjónleikarafelagnum gjørt av at gera fyri at sleppast kann undan trupulleikum.
Kaktusblóman verður framførdur hvørt kvøld klokkan 19.30 til hóskvøldið í hesu vikuni.