Bílegg tíð hjá læknanum á netinum

Nú sleppa sandoyingar undan bíðitíðini, sum ofta er, tá ringt verður til læknan at biðja um eina avtalutíð.

Nú sleppa sandoyingar undan bíðitíðini, sum ofta er, tá ringt verður til læknan at biðja um eina avtalutíð. Nú kunnu fólk nevniliga bíleggja sær eina tíð á netinum.

 

Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður kunnað um, hvør mannagongdin er, tá tíð skal bíleggjast hjá læknanum í Sandoynni.

 

- Um heimasíðuna www.minlaekni.fo velur tú fyrst títt læknadømi og síðan tín lækna. Tú velur, um tú skalt bíleggja tíð - ella endurnýggja resept.

 

Í Sands kommunu siga tey, at tá alt er fylt út sambært uppgivnu mannagongd, fært tú eini boð við einari tíð. Um neyðugt ber eisini til at broyta ella avlýsa tíðina, sum tú hevur fingið.