Í síðstu viku var tað hon sjálv Lene Hansson, ið við við eldhuga greiddi okkum frá kynstrinum at grilla.
Tað er enn veður at grilla og í dag fer hann sjálvur, Carsten Olsen, a.k.a. Berskalluti Kokkurin, at siga frá sínari vitan. Har Lene kanska meiri vendi sær til damurnar, so er eingin ivi í at Skalluti Kokkurin tosar til mannfólkini. Her eru bál, tatoveringar og Harley-Davidsson motorsúkklur á breddanum.
Carsten Olsen er professionellur kokkur og stórur grill-fjeppari. Seinastu 15 árini hevur han arbeitt við at finna bestu grill-loysnir. Burtur úr hesum er nú komin bókin, ”Grill – med gnist og glød”.
Á 199 blaðsíðum letur hann frá sær vitan og uppskriftir, so øll kunna gera honum kynstrinum eftir. 60 harra-uppskriftir eru við. Tær eru allar siðbundnar, men kortini varliga nýtulkaðar eftir grundsjónarmiðum Carsten Olsens.
Berskalluti kokkurin er ikki so avgjørdur hvørt tú brúkar kol, gass ella bál, men tú fært øll preini, ið skula til at fáa gott úrslit. Eisini sigur høvundurin frá royking og hvussu tú gert lekkurt tilhoyr, pesto’ir og marinadur.
Í ringasta føri um tú ikki tímir at grilla úti, so kanst tú tillaga uppskriftirnar til eina grillpannu inni í køkinum.
Hendan grill-bókin fer veruliga back-to-nature í sínum uppskriftum sum millum annað fevna um: grillað Serrano-skinka við fikum, mozzarella, akasiuhunangi og basilikum; Paella við høsnarunga og skeljadjórum; Royktar nøtir við havsalti; kanel-ísur við grillaða fruktsalat.
”Grill med gnist og glød”, Carsten Olsen, Gylendal, 199 blaðsíðir, heft, kr. 275