Kári Árting
Ymiskar orsøkir eru til, at fólk keypa bøkur. Kanska fyrst og fremst at økja sína vitan og at verða undirhildin. Á hesum økinum er bókin ikki einaráðandi longur. Aðrir miðlar berjast eisini um okkara tíð og okkara tankar, og skal bókin verða sjónlig í hesari alsamt vaksandi myndini, er neyðugt at gera vart við hana.
Tá ið ein bók er liðug frá prentara, skal almenningurin kunnast um bókina. Tað er hetta, ið verður nevnt markanaðarføring
Endamálið við marknaðarføring er at greiða einum bólki av fólki frá, at ein vøra er til, og at fortelja teimumi hví tey hava brúk fyri henni.
Hetta skal gerast soleiðis, at tey fáa hug at ogna sær vøruna, tí marknaðarføring kann eisini virka hin vegin, at fólk missa hugin at ogna sær hana. Ítøkilig dømi eru um, at aftan á at ein fyritøka hevur nýtt hópin av peningi til marknaðarføring, so hava brúkararnir ikki verið so altráðir eftir henni, sum frammanundan.
Og vit mugu eisini minnast til, at marknaðarføringin kann vera so góð sum hon vera vil, men stendur sjálv vøran ikki mál við marknaðarføringina, kann alt gera tað sama.
Um vit ditta okkum at kalla eina bók fyri eina vøru, so kunnu vit siga, at tað koma umleið 150 nýggjar føroyskar vørur út á bókamarknaðin um árið ? flest allar heilt ymiskar. Matuppskriftir, ferðafrásagnir, prædikur, pinkubarnabøkur, skaldsøgur og bøkur um skaldsøgur. Ballaðar í eina permu og allar skulu seljast á sama hátt, sum um tað var ein og sama vøra.
Tað sum eg leggi upp til er, at hvør einstøk útgáva er ein serstøk vøra, og tí eigur støðið í marknaðarføringini at verða í tí einstøku bókini. T.v.s. hvønn er bókin skrivað til, (børn,vaksin, klaksvíkingar o.s.fr) og hvussu kemur boðskapurin um, at júst tey hava brúk fyri hesu nýggju vøru, fram til hesi fólkini.
Onkur vil kanska halda, at tað er blasfemi at kalla eina bók fyri eina vøru, men sannleikin er, at bókin tá um sølu ræður uppførir seg á sama hátt, sum flest allar nýggjar vørur gera.
Tann fyrsta tíðin aftan á, at bókini er útkomin, er avgerandi fyri, hvørja lagnu hon fær.
Um fólk ikki innan fáar vikur hava fingið at vita, at bókin er til, er hon so gott sum deyð. Hon røkkur ikki tann marknaðin, sum roknað var við, og tað skal meira enn ein jarðskjálvti til at vekja hana aftur
Slær søluboðskapurin harafturímóti ígjøgnum, kann bókin røkka sín veruliga marknað. Ella betur; hon kann blíva ein metsølubók, ein bestseller, tað er ein bók sum fólk mugu hava, skulu tey vera við. Og uppaftur betur ein steadyseller, tað er ein bók, sum selur javnt yvir fleiri ár. Ein veruligur klassikari.
Møguleikarnir at gera vart við bókina eru nógvir. Hvør er tað so, sum hevur ábyrgdina fyri marknaðarføringini? Er tað rithøvundurin, forlagið ella bókhandilin? Bókhandlarnir hava síni áhugamál at røkja, tað eru kanska fleiri aðrar bøkur, sum eru aktuellar júst tá, ella passar júst tann og tann bókin ikki inn í myndina, sum bókhandilin vil geva av sær sjálvum. Forlagið skal royna at nýta sína orku til allar tær nýggju bøkurnar. Rithøvundurin hevur sjálvsagt áhuga í at fáa sín boðskap út, men hevur ikki somu fíggjarligu møguleikar, sum hinir báðir partarnir. Besta úrslitið við marknaðarføringini fæst sjálvsagt, tá hesir tríggir partarnir draga somu línu.
Aðrastaðni verður roknað við, at eini 5 % av fíggjarætlanini skulu brúkast til marknaðarføring. Tað verða kanska seldar bøkur fyri einar 20 mill. í Føroyum um árið. Tað vildi ført við sær, at vit skuldu brúkt eina millión til marknaðarføring tilsamans. Um eg sigi, at vit brúka eina hálva, er tað ikki ov høgt sett. Hesir pengar eru so smátt býttir, at tað er ofta ringt at fáa eygað á nakra skipaðað marknaðarføring. Einki er at ivast í, at bókabransjan hevði verið sjónligari og harvið eisini selt fleiri bøkur, um forløg og bókhandlar brúktu meira pengar og eisini meira tíð til at fyrireika marknaðarføring.
Ólukkan fyri bókhandlarnir er, at ringt er at gera eitt heildaryvirlit yvir, hvat kemur út á føroyskum. Enn er tað ofta so, at viðskiftafólk vita betur um bøkurnar enn tey, sum starvast í bókhandlinum. Støðan er eitt sindur batnað, síðani vit fingu Bókajól, men eitt hugskot kundi verið at forløgini høvdu eina bókakunning fyri bókhandlunum í mai/juni, tí stórt sæð hoyrir almenningurin ikki um bøkur, uttan á jólum, og so tá ið tað er útsøla!!
Hvat kunnu vit vænta av framtíðini
Vit kunnu hyggja eftir, hvussu støðan er á kunningar- og undirhaldsmarknaðinum. Eg havi tikið nøkur fá donsk hagtøl, tí rákið á hesum øki ofta vísir seg nakað seinni her heima.
Danir hugdu í meðal í sjónvarp:
1984 í 1,5 tíma
1999 í 2,5 tímar
Danir læntu:
í 1988 122.000 bøkur
í 1999 103.000 bøkur
Upplagstølini á donskum dagbløðum fellur, meðan sølan av seldum bókum til privat er farin eitt kvink uppeftir. Harafturímóti keypur danska bókasavnsverkið munandi færri bøkur nú, enn fyri 10 árum síðani.
Eitt annað, sum er við at gera seg galdandi, er at teir føstu prísirnir eru við at falla. Fastir prísir á bókum hava verið galdandi flest alla staðni í Europa, men hetta hóskar ikki inn í felagsmyndina við fríari kapping og fríum marknaði. Tað sum hetta merkir, er ógvuliga stutt sagt, at fólk kunnu keypa tær mest seldu bøkurnar bíligari, og so verður tað sum vantar í raksturin lagt oman á allar hinar.
Prísurin lækkar á nøkrum fáum bókum, meðan hann hækkar á øllum hinum.
Rákið úti í heimi gongur eisini tann vegin, at bókhandlarnir gerast færri og størri.
Keypa og lesa føroyingar nógv; er sølan minkandi; kundu vit keypt og lisið meira?
Til hetta kann eg bert svara, at eg veit ikki! Tað finnast eingi samlað tøl yvir seld eintøk av bókum í Føroyum. Síðani kreppan leikaði í uppá tað harðasta, meti eg, at sølan í krónum og oyrum er vaksin rímuliga nógv, men hetta kemur eisini av, at fólk keypa dýrari bøkur.
Vit plaga at reypa av, at føroyingar lesa heilt nógv, men man sær ikki sama mynstur her, sum man sær t. d í Danmark, har nógv fólk situr og lesur í bussum og ferjum til og frá arbeiði.
Ofta verður ein føroysk bók ikki seld í meira enn eini 250 eintøkum, men hetta er jú hóast alt eitt stórt sølutal, um vit sammeta okkum við onnur lond.
Eg havi kanska latið fleiri spurningar upp, heldur enn at hava víst á vegin sum vit eiga at ganga. Framtíðin hjá tí prentaðu bókini kann tykjast truplari og meira óviss nú enn nakrantíð fyrr.
Fjølmiðlamarknaðurin ger alsamt meira um seg, og í onkrum førum kann tað tykjast sjálvsagt, at teldurnar taka yvur. T. d. eru katalog, har broytingar henda alla tíðina og skulu ajourførast. Tá er hent við teldunum.
Eg minnist spádómarnar, tá kasettubandið kom á marknaðin. Hetta, hildu fólk, fór at taka grundarlagið undan plátuframleiðsluni, tí nú kundi tann sum vildi bara kopiera tey best umtóktu løgini frá vinum og úr Útvarpinum. Men hetta hendi jú ikki. Í hvussu er ikki í so stóran mun.
Tey løgini, vit veruliga ynsktu okkum, vórðu keypt, antin sum innspælt band ella sum pláta. Tað var týdningarmikið at eiga alt verkið, eisini tey løgini, sum ikki rukku popptindarnar, tí útgávan var ein heild.
Soleiðis verður eisini við teldubókini og bókum á teldum. Tær koma ikki at erstatta tað prentaðu bókina ? tað lidna verkið, sum hevur eina byrjan og ein enda. Millum permur.










