Sunnudagin fer Rithøvundafelagið at skipa fyri einum serstøkum bókadegi, og týskvøldið verður tann árliga og fjølbroytta Luciakonsertin.
Eftir konsertina letur Norðurlandahúsið aftur í nakrar dagar um høgtíðina, fram til mikudagin 28. desember tá Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur ársfund sín, og dagin eftir Fiskimannafelagið.











