Bøkur liva styttri og styttri

Tað verður nú truplari at vera ein bók, ið eingin vil lesa.

Tíðin sum ein bók er á danska marknaðinum til hon verður send til makulering, um hon ikki verður seld, styttist alsamt, og verður ofta bert á marknaðinum í fáar mánaðir.

Hetta hevur ein lagt merki til í størstu bókagoymsluni, Dansk Bog Center, hvar goymslutíðin er fallin nógv seinastu árini. Hetta hevur aftur ført við sær, at enn fleiri tons av óseldum bókum verða sendar til pappírs-endurnýtslu.

- Bókamarknaðurin er vorðin alsamt meiri handilsligur. Størri dentur verður lagdur á færri bøkur, men sum hinvegin selja meiri, vísir stjórin hjá stóra danska forlagnum, Gyldendal, Simon Pasternak, á.

Hetta førir aftur við sær, at teir meiri tigandi bøkurnar, sum ikki fáa stórvegis umrøðu í miðlunum, hava lítlan møguleika á marknaðinum.

- Tær fáa skjótari banahøgg nú enn áður, tí forløgini ikki kunnu ella vilja veita teimum andahjálp á bókahillunum, sigur Simon Pasternak.

Í fjør vórðu sostatt omanfyri 700 tons av bókum send til makulering, sum eitt greitt tekin um eina bransju í kreppu.

Okkurt forlag roynir at lækka prísin fyri at selja fleiri bøkur. Hetta hevur aftur við sær, at um ein eitt ára gomul bók liggur bíliga til sølu undir liðini á eini nýggjari, men 10 ferðir so dýrari bók, er ikki óhugsandi at ein venur fólk til ikki at gjalda fult fyri eina bók.

- Og so er veruliga talan um ein stóran trupulleika, sigur Nils Bjervig, forlagsráðgevin Nils Bjervig við Kristeligt Dagblad.