Eitt forvitnisligt tiltak verður á Keldu í Skálavík, leygardagin 10. desember kl. 15.
Tá verða bøkur, ið skálvíkingar hava skriva ella týtt sýndar fram. Eisini verða bøkur, ið skálvíkingar hava skrivað og sum eru týddar til onnur mál, sýndar fram. Millum annað eru 14 bøkur eftir Heðin Brú týddar til onnur mál.
Skálavík er ein av okkara stóru mentanarbygdum. Hon hevur fostrað rithøvundar og listamenn so sum Heðin Brú, Kristian Osvald Viderø og Trónd á Trøð.
Árni Dahl hugleiðir um rthøvundar úr Skálavík, umfram at Tvey av Kamarinum, sum eru ættaði úr Skálavík, eisini luttaka við sangi.