Tað er ikki altíð ein fyrimunur at geva bøkur út á jólum. Líkindini fyri, at bøkur drunka í stóru mongdini er stórur.
Tað sigur Niels Jákup Thomsen, sum er formaður í Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Fleiri føroyskar bøkur eru komnar út seinasta mánaðin.
Rithøvundarnir vóna, at fólk velja teirra bók at keypa familju og kenningum í jólagávu.
- Tað er ein vansi hjá nógvum, at geva bøkur út á jólum. Fleiri bøkur drukna í meldrinum, sigur Niels Jákup Thomsen, formaður í Bókadeil Føroya Lærarafelags.