Fyrrapartin í gjár vitjaði búktalarin Absalon Áargarð á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Við sær hevði hann dukkur og annað, sum hann undirhelt børnunum við. Tiltakinum skipaði Odd Fellow fyri.
? Hetta er eitt av endamálunum hjá Odd Fellow, sigur Petur Seloy yvirmeistari á Amboltinum, sum er Losjan hjá Odd Fellow felagsskapinum.
? At hjálpa har fólk hava tað ringt, og hetta verður so gjørt í tráð við tað. Børnini eru sjúk, og tí hava vit skipað fyri hesum fyri at gera dagin hjá teimum eitt sindur meira spennandi.
Og tað sá út til at eydnast ógvuliga væl. Børnini flentu í kíki, meðan Absalon og fuglur hansara tosaðu og undirhildu. Eisini børnini sluppu upp í part, og tey sóu út til at hava gloymt alt um, at tey vóru sjúk.