Í næstu viku koma trý fólk á vitjan úr Sveis. Tvey av teimum eru ritstjórarnir á bókini Von Inseln weiss ich... (Eg oyggjar veit) við føroyskum stuttsøgum týddar til týskt. Triðja fólkið er rithøvundur, sv-ritstjóri og hevur verið professari í retoromanskum bókmentum. Tiltøkini verða trý eitt á setrinum, eitt í Loungini á Hotel Hafnia og eitt í Norðurlandahúsinum. Mikudagin verður fyrilestur um sveisiskar bókmentir við sveisiskum høvundanum og bókmentafrøðinginum Carmartin.
Mikukvøldið verður bókmentakvøld í Loungini á Hotel Hafnia, har evnini serliga eru málpolitikkur og bókemntir.
Seinasti fyrislesturin verður hóskvøldið í Norðurlandahúsinum, har bókin, Von Insels Weiss Ich – eg oyggjar veit – verður løgd fram.