útgávu
Forlagið Fróðskapur gevur út bókina Bókmentaljós. Bókmentaljós er greinasavn við yrkingum og greinum um bókmentir, mál og mentan. Skrivað hava yrkjarar og bókmentafrøðingar úr øllum Europa og USA, tískil eru summar greinir á enskum, ein er á týskum, nakrar á íslendskum, donsk¬um, norskum og svenskum, men flestar eru á føroyskum.
Kvinnurørsla og samkynd, Bókmentagreinir, Ferðing, Yrkingar, Pippi og mál, Kvæði og Heiðursrit teljast millum innihaldið í bólkini, sum Malan Marnersdóttir, Dagný Kristjánsdóttir, Leyvoy Joensen og Anfinnur Johansen hava lagt til rættis. Amariel Norðoy hevur gjørt permumyndina á bókini, sum er 411 síður til støddar og kostar 340 kr. Føroyaprent hevur umbrotið og prentað bókina.










