Bóklingur um skatt og skattaviðurskifti

Grannskoðarafyritøkan KPMG hevur gjørt ein tveir lítlar bóklingar um skattaviðurskifti í Føroyum fyri ár 2000

Grannskoðarafyritøkan hjá Paula Ellefsen ella KPMG, sum hon eitur í dag, hevur gjørt tveir bóklingar um skattaviðurskifti.

»Eitt sindur um skatt« og »Tax Facts« eita bóklingarnir og í teimum verða lýst einstøk skattaviðurskifti hjá virkjum og einstaklingum í Føroyum.

Í stuttum kunningarskrivi til fjølmiðlarnar siga teir báðir, Pauli Ellefsen og Suni Schwartz Jacobsen, at bóklingarnir báðir ikki fevna um øll skattaviðurskifti hjá virkjum og einstaklingum og at tað eru serstøk viðurskifti hjá tí einstaka, sum kunnu gera, at ein nærri kanning av skattaviðurskiftunum má gerast.

Hóast KPMG er heimsumfatandi fyritøka, so er hesin bóklingur bert um føroysk viðurskifti.

Bóklingurin er sendur viðskiftafólkunum hjá KPMG í Føroyum.