Bóklingur til foreldur at barni við breki

- Tað er ein almenn uppgáva at geva slíkt tilfar út, men tað verður tíverri ikki gjørt, segði Leila Solmunde, forkvinna í MBF á móttøkuni mánadagin, tá ið bóklingurin varð almannakunngjørdur. Hon fegnast tó um, at hesin bóklingurin er komin út. MBF fer at leggja dent á at fáa kunnandi tilfar útgivið í næstum

MBF hevur latið ein nýggjan bókling út, sum kallast "Til foreldur at barni við breki". Hetta er ein leiðbeining um hjálp og stuðul til foreldur, sum fáa eitt barn við breki.
Móttøka var mánadagin í samband við at bókin varð almannakunngjørd, dagin eftir alheims dag teirra brekaðu.
- Í ár hevur MBF valt at okkara dagur skuldi haldast við eini útgávu av einum bóklingi, sum vit hava valt at kalla “leiðbeining um hjálp og stuðul, til foreldur at barni við breki”, segði Leila Solmunde, forkvinna í MBF á móttøkuni.
- Vit mugu helst staðfesta, at tað er stórur tørvur á kunningartilfari, ið er málrættað sum upplýsing til fólk við breki, ella teirra avvarandi.
- Vit hava í Føroyum tíverri ikki ta siðvenju at virka sum eitt toymið, har stovnar taka seg saman og gera tilfar, sum kann brúkast sum heildaryvirlit.
- Av tí sama uppliva vit, at tann, sum hevur brekið ella teirra avvarandi, má renna runt og finna røttu hjálpina.
- Tí avgjørdu vit, tá vit í samband við at MBF skuldi hátíðarhalda sítt 25 ára stovningarár í ár, at vit millum annað skulu leggja dent á upplýsandi tiltøk og tilfar, segði Leila og staðfesti, at tað er ein almenn uppgáva at geva slíkt tilfar út.
- Tað verður tíverri ikki gjørt, segði Leila.
Bóklingurin er hent hjá teimum, sum hava brek eins og teirra avvarandi. Eisini er nógvir stovnar, sum uttan iva við gleði taka ímóti einum slíkum bóklingi.
Bókin upplýsir um rættindi hjá foreldrum at einum barni við breki. Har er eisini upplýsing um, hvørjar lógir eru galdandi á økinum.
Tað er Eyðvør Mortensen, sum hevur samskipað arbeiðið at gera bóklingin. Lea Wolles, Doris Hansen og Oyvindur av Skarði hava lagt til rættis.