Bókin Sig at du lyver hjá Silviu Henriksdóttir, er nú komin út á norskum eisini. Í fjør kom bókin út á donskum.
Silvia hevur sjálv týtt bókina til norskt.
Bókin varð nógv lisin og umrødd í Føroyum, tá ið hon kom út, tí hon skrivar um samkomuna Nardus, sum til dømis noktar gentum at ganga í skjúrti og at klippa hárið.
Hon skrivar eisini minni vakurt um navngivin fólk.
Silvia Henriksdóttir er 34 ára gomul og fødd í Føroyum. Nú býr hon í Noregi.