Ódnarveðrið um okkara leiðir hevur við sær at bókin hjá Birgari Johannessen "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1906-1910", sum skuldi leggjast fram í Miðlahúsinum í dag, verður ístaðin løgd fram mikudagin. Orsøkin er tann, at bøkurnar eru við Norrönu, sum er seinkað meira enn eitt samdøgur. Bókin verður løgd fram mikudagin 7. desember frá kl. 16-19.