Bókin "Úr Porkeris Søgu" framløgd í kvøld

Bókin verður borin til øll húski í Porkeri í kvøld.

Í kvøld var bókaframløga í Porkeri.

 

Hetta hendi í Húsinum við Á, og var í samband við, at bókin "Úr Porkeris Søgu" alment varð løgd fram.

 

Tað er Torgir Strøm, ið hevur skrivað bókina, ið hann lýsir sum eina ættarsøgu. har hann hevur tikið hvørt hús sær, umframt at ymsar søgur eru við. Øll hús eru við sum eru bygd fyri 1950, og sostatt eru tey nýggjastu húsini ikki tikin við. 

 

Nakað er eisini um Jógvan á Gaddi, sum sigldi við Royndini Fríðu hjá Nólsoyar Páll, men sum varð tikin til fanga, og sum endaði í Amerika.

 

Høvundurin sigur, at tað hevur tikið eini 3 ár at skriva bókina.

 

Til bókaframløguna í kvøld í Porkeri vóru sera nógv fólk í Húsinum við Á. Torgir Strøm segði nøkur orð um bókina. 

Síðani fekk Mikkjal Sørensen, borgarstjóri, orðið.

Tað er Porkeris Kommuna, ið gevur bókina út.

 

Mikkjal Sørensen segði millum annað, at hann fyri fleiri árum síðani heitti á Torgir um at skriva slíka bók, men at Torgir bar seg undan, eins og fleiri aftan á hann.

 

- Torgir vendi seinni aftur, og nú liggur bókin frammi.

 

- Hetta eru brot úr Porkeris søgu, segði Mikkjal Sørensen, ið fegnaðist um bókina.

 

Mikkjal Sørensen segði, at møguleiki var at keypa bókina á samkomuni, sum var í kvøld, men at bókin annars verður borin til øll húski í Porkeri í kvøld.

 

Á myndini síggjast Torgir Strøm, rithøvundi, og Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri, við nýggju bókini.