Fótbóltur
- Hendan bókin, sum verður løgd fram her í dag, er eitt deiligt frískt lot í føroyska fótbóltslandslagnum. Tað er gott, at FSF vil brúka orku og pengar til nakað, sum veruliga kann gera mun í menningini av føroyskum fótbóltsspælarum. Hetta er eitt lítið móttrekk til tað, sum annars gongur fyri seg í føroyska fótbóltsheiminum í dag.
Tað segði Eyðun Klakstein á bókaframløguni í gjár. Fótbóltssambandið hevði biðið Eyðun, sum hevur arbeitt nógv við ungum fótbóltsspælarum seinnu árini, siga nøkur orð um bókina.
- Gongdin í føroyskum fótbólti í løtuni er ikki bara góð. Feløgini brúka sera nógv orku upp á at gera teir vaksnu spælararnar nøgdar. Spælararnir seta krøvini, og feløgini renna útlúgvað aftaná.
- Frisúrurnar gerast stuttligari og meira litfagrar, gaggurnar bleiktra og blenda av gulum og reyðum og grønum, og onkrastaðni mitt í meldrinum mugu feløgini taka støðu til, um tey vilja spæla við – ella verða afturúrsigld, segði hann og fegnaðist um, at í hesum føri vóru tíð, orka og peningur brúkt til at gera nakað fyri menningina av ungu spælarunum kring landið.
- Í ungdómsfótbóltinum er tað sera umráðandi, at spælararnir bæði læra og sleppa at spæla positivan fótbólt. Teknisk og taktisk menning skal verða í hásætinum, og tað ræður um at velja tær positivu fótbóltsloysnirnar fram um tær negativu. Hendan bókin leggur upp til júst hetta, og eg ivist ikki í, at hon verður eitt gott amboð hjá venjarum og feløgum kring landið, segði Eyðun Klakstein.