Afghanski bókhandlarin Shah Mohammad Rais hevur nú lagt sak ímóti norsku tíðindakvinnuni og rithøvundinum Åsne Sejerstad, ið skrivaði ta heimskendu bókina "Bókhandlarin í Kabul".
Shah Mohammad Rais vil vera við, at bókin sigur nógv annað enn sannleikan um bókhandlaran og húski hansara, og at hann kann ikki kenna seg tryggan í Afghanistan longur. Tí hevur hann nú lagt sak við endurgjaldskravi ímóti rithøvundinum og forlagnum Cappelen, ið gav bókina út.
Åsne Sejerstad hevur forvunnið nógvar milliónir krónur burtur úr bókini um bókhandlaran í Kabul, men sakførarin hjá bókhandlaranum avsannar, at málið bara snýr seg um pengar, nú bókhandlarin krevur endurgjald.









