Bókhaldið kiksaði

Tað var um reppið, at Slobodan Madzar helt fram at spæla, eftir at hann hevði fingið seinna gula kortið

KORTSPÆL

Tað kom eitt sindur av óskili í bókhaldið hjá dómaranum í Klaksvík sunnudagin. Tá tað restaðu fimm minuttir av vanligu leiktíðini fekk ein av hollu miðverjunum hjá VB, Slobodan Madzar, gula kortið fyri aðru ferð. Hann sá gult fyri at taka beinini undan Allani Joensen, sum við stórari ferð var farin framvið honum.
Eftir at dómarin hevði víst gula kortið og tikið sær góða tíð at útinna skriviarbeiðið, tóktist tað, sum um ætlanin var at taka spælið uppaftur. Jugoslaviski miðverjin var farin aftur í brotsteigin, meðan Oddmar Andreasen stóð eitt sindur frammanfyri miðstrikuna saman við fleiri KÍ spælarum. KÍ liðformaðurin, Jan Joensen, og Aleksander Djordjevic, sum er landsmaður hjá Slobodan Madzar, høvdu støðugt tveir fingrar á lofti. Teir royndu at kunna dómaran um, at nú hevði jugoslaviski verjuspælarin hjá VB sæð gult tvær ferðir, og at hann tískil átti av vøllinum. Men tað gekk ein løta, áðrenn dómarin gav teimum rætt og fór í reyvalumman.
Frágreiðingin kom eftir dystin. Dómarin, sum annars ikki á nakran hátt var í brennideplinum (tað boðar frá góðum dómaraavriki), hevði í fyrra førinum, tá Madzar fekk gula kortið, ikki vera nóg ansin. Í staðin fyri at skriva nummar sjey hjá VB fyri gula kortið, hevði hann skrivað ein klaksvíking fyri kortið (eingin var nummar sjey hjá teimum).
Linjuverjin í tí borðinum, har Madzar var staddur, tá hann í 1. hálvleiki fekk fyrra gula kortið, hevði flaggið á lofti, so VB verjuspælarin hevði neyvan sloppið at hildið fram á vøllinum, sjálvt um klaksvíkingar ikki høvdu minst so væl, sum teir gjørdu.
Merkisvert var tað, at tríggir spælarar fingu gult kort, og allir vóru úr Jugoslavia. Umframt Slobodan Madzar fekk Nenad Zivanovic hjá VB gult kort. Hjá KÍ var tað Aleksander Djordjevic, sum sá gult.
Klaksvíkingar hava annars ikki fingið nógv kort í landskappingini í ár. Í átta dystum hava teir sæð gula kortið níggju ferðir. Tað er bara Jan Joensen, sum er á markinum til leikbann. Hann hevur fingið tvey gul kort.
Vágbingar hava fingið ellivu gul kort og tvey reyð. Umframt reyða kortið, sum Madzar fekk í Klaksvík, er Mortan úr Hørg eisini vístur av vøllinum.