Bókatíðindi:: Nýggj ungdómsbók

Herfyri gav Bókadeild Føroya Lærarafelags ungdómsbókina Hungursbarnið eftir danska rithøvundan, Cecil Bødker, sum Bjørg Matras Jensen hevur týtt. Søgan fer fram í 1850, tá ið tað var vanligt, at børn vórðu send út at tæna. Sama hendir Lárusi, sum er høvuðspersónur í bókini. Lárus verður sendur á ein garð at arbeiða, og meðan hann situr og ansar neytunum, kemur hann fram á gentuna Tinku, sum er svong og skitin. Hann tekur hana heim á garðin við sær, og eisini her noyðist Tinka at stríðast fyri lívinum. Bókin er eisini gjørd til filmin ?Ulvepigen Tinke?, sum snýr seg um gentuna, sum drongurin bjargar undan hungri og órøkt.
Hungursbarnið er 164 bl.s. og kostar 140 kr.