Bókatíðindi: 21 sjónarhorn

Til unga lesaran hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags júst útgivið bókina Seturskúlin.. Skrivað bókina hevur Moni Nilsson-Brännström, og Bergur Rasmussen hevur týtt úr svenskum. Flestu kenna bøkurnar hjá henni um Tsatsiki, sum Bókadeilin eisini hevur givið út, og sum verða nógv lisnar hjá okkum. Hendan er ikki minni áhugaverd. Hon snýr seg um eina skúlaflokk, sum fer á seturskúla, har tey búgva á vallaraheimi, og upplivilsini, tey verða fyri, eru mong og sera hjartanemandi. Høvuðsforteljarin í bókini er Malan, sum skrivar dagbók. Hon er eygleiðarin, sum sær alt frá í erva, men øll hini í flokkinum sleppa at siga sína søgu, so hendingarnar á seturskúlanum verða sagdar frá 21 ymiskum sjónarhornum. Og tað er líka so ørkymlandi, sum veruleikin mangan er, tá ið tú ert ung.
Seturskúlin er 133 bl.s. og kostar 140 kr.