Londini í Útnorðuri hava munandi meir í felag, enn vit geva okkum far um. Tað heldur íslendski útgevarin Halldór Pállson, sum nú gevur út eitt samlað sett við bókum um Ísland, Føroyar, Hetland og Grønland.
Endamálið við útgávuni er at geva skúlabørnum og lesarum annars í hesum londum høvi at læra meir um síni nærmastu grannalond. Í Íslandi og Hetlandi hava skúlar tikið sera væl ímóti bókunum, og nú vónar útgevarin, at eisini skúlar í Føroyum fara at fáa gagn av teimum.
Felags eyðkenni
Halldór Pállson er í hesum døgum í Føroyum í sambandi við at bøkurnar nú koma út her heima. Pállson vísir á, tað er ikki av tilvild, at júst Føroyar, Ísland, Hetland og Grønland eru umboðaði í nýggja bókasettinum. Sambært honum hava júst hesi fýra londini í Útnorði serliga nógv í felag.
- Hesi londini eru øll smáar fiskivinnutjóðir, ið liggja rættiliga avbyrgdar, og har náttúran sum heild hevur ein týðandi leiklut, sigur Pállson, og leggur afturat, at av hesum londunum líkjast Føroyar og Ísland kanska serliga nógv.
- Í báðum londunum ræður ein veiðimentan, sum ger, fólk eru noydd at taka skjótar avgerðir. Í londum, har fólkið er so bundið at fiskivinnuni og náttúrini annars, ber ikki til at bíða eftir alskyns fundarsamtyktum, áðrenn man sleppur í gongd. Tí er tað eitt eyðkenni fyri bæði íslendingar og føroyingar at vit handla skjótt, sigur Halldór Pállson.
Í sambandi við at bøkurnar nú verða givnar út sum bókasett, eru allar upplýsingarnar um londini dagførdar. Hetta hevur havt stóran týdning fyri útgevaran, sum ynskir at tryggja eitt høgt trúvirði í útgávuni.
Útgávan verður løgd fram í Miðlahúsinum ein av komandi døgunum.










