Bókasavnsvika um Norðurlond

"Alskurin til Norðurlond" er heitið á norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum verður í november



Tólvta árið á rað skipa Norrønu feløgini og Bókasøvn í Norðurlondum fyri norðurlendskari bókasavnsviku. Tiltakið fer fram í døgunum 10. til 16. november undir yvirskriftini ”Kärlek till Norden”, ella "Alskurin til Norðurlond". Undir hesum tema er ætlanin gjøgnum bókmentir at lýsa samband norðbúgva við lond síni, og Norðurlond sum stað í heiminum. 



Upplestur

Felags fyri Norðurlond eru myrku vetrarkvøldini, har tað fyrr í tíðini var vanligt at savnast og siga søgur. Hetta hevur eisini givið íblástur til upplestrardagin, ið er fastur táttur á norðurlendsku bókasavnsvikuni. Í ár verður stóri upplestradagurin mánadagin 10. november, fyri børn kl. 9.00 og fyri tey vaksnu kl. 19.00. Hesar tíðir verður lisið upp samstundis í øllum londum, sum eru við.

Høvuðsanavnið fyri tey vaksnu er í ár Eeva Kilpi úr Finlandi, sum hevur skrivað ein nýggjan tekst til tiltakið. Fyri børnini er tað Guðrún Helgadóttir úr ìslandi og bókin Gandakellingin Flumbra. Aðrar søgur, sum verða at hoyra hjá børnunum, eru eftir høvundarnar Manu Sareen úr Danmark, Klaus Hagerup úr Norra, Virpi Saarinen úr Finlandi, Yrsa Sigurðardóttir úr Íslandi, Ann-Helén Laestadius úr Svøríki, Ólavur Michelsen úr Føroyum, Johanne Platous úr Grønlandi og Risten Sokki úr Sámalandi.

Norðurlendska bókasavnsvikan, sum eisini hevur heitið "Í skýming", er vorðin ein av heimsins størstu tiltøkum við upplestri. Í fjør luttóku ikki færri enn 2.600 stovnar - bókasøvn, skúlar og felagsskapir - úr átta londum.