Bókasavnið sett í stand

Bókasavnið í Klaksvík hevur verið stongt fleiri vikur í summar, tí umvælingar eru gjørdar á bókasavninum

 

Tá bóksasavnið í Klaksvík letur uppaftur í næstum, verður tað neyvan til at kenna aftur. Í summar eru stórar umvælingar gjørdar á bókasavninum, og millum annað eru loft og gólv skift.

? Vit ynskja at hava eitt gott bókasavn í býnum, og tá talið á vitjandi hevur verið vaksandi seinastu tíðina, hava vit hildið tað verða rætt at seta bókasavnið í stand, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Bókasavnið í Klaksvík heldur til á Biskupstøð, og virkar bæði sum alment bókasavn og skúlabókasavn fyri skúlarnar í Klaksvík.

? Hóast tilboðini eru nógv av alskyns slagi, og tøknin gerst alt meira umfatandi, so hevur bóksavnið sín leiklut í samfelagnum, og vaksandi talið á vitjandi ber eisini boð um tað, sigur Steinbjørn Jacobsen.