Sunnukvøldið klokkan 19 verður hátíðarløta á Sandi, tá nýggja bókasavnið letur upp. Tað verður borgarstjórin, sum bjóðar vælkomin, og Oddfríður Rasmussen fer at lesa yrkingar. Umframt borgarstjóran, Brand Sandoy, sum bjóðar vælkomin, og upplestur hjá Oddfríða Rasmussen av egnum yrkingum, fara ung frá Sandoyar Musikkskúla eisini at framføra.
Sands Bókasavn hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at lata upp bókasavnið við sjálvlánsskipan. Hetta merkir, at lánarar í stóran mun koma at avgreiða síni egnu bókalán, eftir at lánarar eru skrásettir av starvsfólkinum á bókasavninum.
Av Sandi frættist, at hendan skipan verður royndarkoyrd fram til ársskiftið, og tá verður eftirmett, hvørt skipanin kann nýtast framyvir ella ikki.
Sjálvlánsskipanin er ikki tøk enn, og tí verður bókasavnið fyribils opið týsdag frá klokkan 16.30-19 og hóskvøld frá klokkan 19-21.30.
- Vit fara at lata frætta, tá lánsskipanin verður tøk, sigur Sands kommuna.
Ætlanin er, at bókasavnið verður opið frá klokkan 8 á morgni, tá skipanin verður virkin.