Sandur: Tað hevur verið arbeitt við málinum um at geva sandingum eitt egið fólkabókasavn í nøkur ár. Nú eru umsíður líkindi til at hetta gerst veruleiki.
Sands kommuna hevur fyri stuttum fingið eitt uppskot um, hvussu ein kann innrætta kjallaran í kommunuskrivstovuni til eitt slíkt bókasavn. Her hevur áður verið handil, og tí er neyðugt við ávísum broytingum á staðnum.
Ætlanin er, at brúkararnir m.a. skulu kunna læna bøkur, lesa dagbløðini, eins og tey við teldum fara út at rógva á alnetinum.
- Gongur alt sum ætlað, verður fólkabókasavnið á Sandi latið upp áðrenn ársskiftið, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi við Sosialin.
Hvat samstarv, sum kann verða millum hetta fólkabókasavnið og listasavnið í bygdini, tað fer so framtíðin at vísa.