Havn: Aftur í ár skipar Meinigheitshúsið í Havn fyri bókasølu. Her er møguleiki at ogna sær kristnar bøkur og fløgur, bæði fyri børn, ung og eldri. Bókasølan er opin alla hesa vikuna til og við leygardagin, og heldur fram mánadagin og til jóla, hvønn dag frá kl. 14 til 18. Møguleiki er somuleiðis at fáa sær ein kaffimunn. Tiltakið endar sunnudagin 23. desember við sangi og hugnað.
Tíðindi










