Bókanýtt

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið tríggjar nýggjar bøkur út. Tað eru: Djórabørn til tey 0-2 ára gomlu, Víkingarnir koma! til tey 11-13 ára gomlu og Anselmo- barnahermannin til tey ungu.

Djórabørn er ein pappbók við litføgrum myndum av djóraungum, bæði teimum vit kenna væl í Føroyum og eisini av villum djórum úr Arktis og úr teimum heitaru londunum. Bókin mennir evnini at eygleiða og hevur lættan tekst og orð, sum stimbra undir málið.

Eyðna Magnussen hevur týtt Djórabørn, sum er 32 bls. og kostar 75 kr.


--


“Víkingarnir koma!” er ein bók, har søgur úr víkingatíð verða sagdar á ein heilt øðrvísi hátt. Finnlendingurin, Mauri Kunnas, er kendur karikaturteknari og barnabókarithøvundur. Í bókini eru púra garvillar søgur um hendingar, sum víkingar eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum, men tær eru allar grundaðar á veruligar søgurligar hendingar.

Á tann hátt ber til at hava eina skemtiliga løtu og samstundis gerast klókari. Bókin er skrivað til óvitar, men kann saktans lesast av bæði ungum og gomlum.

Regin Debess hevur týtt bókina, sum er 54 bls., innbundin og kostar 150 kr.


--


Anselmo-barnahermaðurin

Bókin er ætlað ungum og er grundað á eitt fyribrigdi, sum tíanverri er sera vanligt: Hetta, at tú fært børn at kríggjast í bardaga, sum vaksin hava ábyrgd av. Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva.

Søgan gongur fyri seg í Mosambik og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Hon er eisini fyri stóran part um at koma fyri seg, eftir at alt er av, at gerast heil aftur, aftaná at hava verið noydd at dripið onnur og verið við til so mangt ótespiligt, sum kann fáa ein hvønn at missa alla vón.

Søgan er í stuttum um tann drúgva, torføra vegin aftur til friðin.

Jacob Meinhard Sólbjørg hevur týtt bókina, sum er 192 bls. og heft við klaffum. Hon kostar 150 kr.