Bókaklubbatíðindi í litum og nýggjum sniði

Bókadeild Føroya Lærarafelags metir, at við nýggju øldini var so frálíkur møguleiki at gleða limirnar og geva Bókaklubbatíðindum nýtt snið og litir

Niels Jákup Thomsen frá Bókadeildini sigur í oddagrein í litføgru útgávuni av Bókaklubbatíðindum, at høvið tyktist so sjálvsagt at broyta snið, nú vit eru komin í nýggja øld.

Endamálið er at veita limum betri tænastu. Nú sæst í litum, hvussu bøkurnar síggja út og nýggja sniðið gevur eisini tvífalt pláss at kunna um nýggjar bøkur og um bøkur, ið hava verið frammi, men sum eiga at verða tiknar fram aftur.

Hesin táttur verður nevndur Bókahillin.


William setur dám á

Bókadeildin sigur, at bókavárið 2000 verður merkt av, at kendasti rithøvundur Føroya, William Heinesen, hevði fylt 100 ár 15. januar.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út bók í hesum sambandi, Veingjaða Myrkrið, ið Edward Fuglø hevur myndprýtt so hegnisliga, at eisini Gyldendal í Danmark og Mál og Menning í Íslandi geva bókina út.