Bókakafé í SMS

Hóskvøldið verður bókakafé í Rit& Rák í SMS. Lagt verður út við eini samrøðu millum Malan Marnersdóttir og Jóanes Nielsen, har Jóanes Nielsen fer at siga frá nýggju bók síni, »Brahmadellarnir«.

Eftir tað fer Uni Arge at siga eitt sindur um greinasavn sítt »Framtíðin Kallar«, og Páll Holm Johannesen fer at greiða frá bók síni »Tey sóu reytt«.

At enda fer Kári Árting at siga eitt sindur um metsølulistan hjá Rit & Rák. Millum innsløgini syngur Uni Arge.