Bókakafé í Hafnia Lounge

Tíðindaskriv

Februar er vanliga kaldur, og hóast dagarnir leingjast, og ljóst er, tá farið verður frá húsum um morgunin, so eru kvøldini enn long og bøkurnar góðar at hava at stytta sær stundir við.
Mikukvøldið 14. februar kl. 20.00 verður aftur eitt hugnaligt bókakafé-kvøld við eina spennandi skrá. Marianna Debes Dahl kemur til Havnar at siga frá, og Finnur Johansen fer at “rudda fólkunum slóð”. Malan Marnersdóttir fer at greiða frá um at lesa yrkingar hjá Carl Johan Jensen.
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga Kunningarstovan og Hotel Hafnia.