Bókainnrás í Havn

Fýra dagar á tremur við bókum, upplestri og kjaki standa fyri framman, tá stóra tiltakið »Bókmentadagar í Havn« fer av bakkastokki í næstu viku

Tá verður spónin sett í ársins størsta bókmentatiltak, har upplestrar, bókmentakjak og ein røð av rithøvundavitjanum verða á breddanum.

Byrjað verður longu hóskvøldið 4. desembur tá høvundar og onnur fara at hita upp til bókadagarnar við maratonupplestri á Reinsarínum

Fríggjadagin verðus so meir upplestur í Rit & Rák í SMS har fleiri av rithøvundunum eisini fara at signera bøkur.

Vikuskiftið 6. til 7. desember flyta bókadagarnir niðan í Norðurlandahúsið.

Tá verður høvi at lurta eftir og taka lut í kjaki um um støðuna hjá nýggjum bókmentum. Eisini verður kjak um barnabókmentir.

Við á bókadøgunum verða millum onnur Carsten Jensen (Dk),Johan Harstad (N), Carl Jóhan Jensen, Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal, Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Vida A. Højgaard, Hanus Kamban, Vónbjørt Vang og Kim Simonsen (lýrikkfilmur), Marjun S. Kjelnæs, Rakel Helmsdal, Oddfríður Rasmussen umframt øll tey, sum verða við til maratonupplesturin í Reinsarínum hóskvøldið.

Tað eru Rithøvundafelagið, Outsider Magazin, Forlagið Eksil, Vencil og Rit & Rák, sum í felag skipa fyri bókmentadøgunum 4-7. desember 2008.

Meir verður at frætta um skránna seinni.

Les meir um Bókmentadagarnar á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum www.rit.fo á slóðini Bókmentadagar 08