Í samband við at tvær upprunaføroyskar myndbøkur koma út í vikuni, verður bjóðað til bókaframløgu í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Í samband við at tvær upprunaføroyskar myndbøkur koma út í vikuni, verður bjóðað til bókaframløgu í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Bøkurnar, talan er um, eru Apollonia eftir Edward Fuglø og Myrkaskrímsl eftir Rakel Helmsdal.
Rakel Helmsdal hevur undirvíst í kreativari skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi.
Myrkaskrímsl er triðja bókin í einari røð um tey bæði Stóra og Lítla skrímsl. Tær eru vorðnar til í norðurlendskum samstarvi millum Rakel Helmsdal, svian Kalle Güettler og virðislønta íslendska myndprýðaran Áslaug Jónsdóttur.
Apollonia er fyrsta bók eftir Edward Fuglø. Flestu kenna hann sum listamann. Hann hevur eisini myndprýtt ein hóp av bókum fyri Bókadeildina og hevur teknað pallmyndir og ?búnar til nógvar sjónleikir.
Bókin, Apollonia, er um eina konu, sum hevur sína dagligu gongd í sjónleikarhúsi. Ongin ivi man vera um, hvaðani íblásturin til myndirnar koma frá.
Vælkomin á bókaframløgu týsdagin 20. november kl. 16.