Bókaframløga í Gøtu Kirkju

?Mítt Ethiopia? eitur bókin um Elsu Jacobsen í Gøtu, sum var trúboðari í Ethiopia í 32 ár Tað er Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bókina ?Mítt Ethiopia?. Elsa Jacobsen var trúboðari í Ethopia í samfull 32 ár. Hetta var í tíðarskeiðnum 1960-1992.

Í hesum tíðarskeiðnum kom hon eisini at virka sum sjúkrasystur og trúboðari undir tí kommunistiska ræðustýrinum í Ethiopia, sum ikki gav valdið frá sær, fyrr enn í 1991.

Bókin um Elsu Jacobsen verður framløgd í kirkjukjallaranum í Gøtu Kirkju í kvøld klokkan 19.30. Bókaframløga verður eisini í Miðlahúsinum týskvøldið klokkan 19.30, og í Emmaus í Klaksvík, mikukvøldið klokkan 20.00.

Tvíburðarnir Jákup og Jóhannus, sum Elsa ættleiddi í Ethiopia fara eisini at taka lut á bókaframløgunum saman við sínum familjum. Heini Lutzen og Betania-kórið koma at syngja til bókaframløgurnar. Bøkur vera eisini signeraðar.