Bókadeildin útgevur bók um seg sjálva

Í sambandi við 50 ára føðingardagshaldið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, útgevur Bókadeildin bók um søguna hjá forlagnum. Bókin Og so veit eg eina vakra søgu varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið


Bókin Og so veit eg eina vakra søgu, er søgan um eitt forlag, sum lærararnir settu á stovn í 1956. Hon er um føroyskar barnabøkur í 50 ár, um Barnablaðið og Mína jólabók.
- Hugskotið til at halda 50 ára føðingardagin hjá Bókadeildini kom síðsta vár og rættiliga skjótt var, avgjørt at geva út bók við søguni hjá bókadeildin, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags frá.
Bókina hevur Erhard Jacobsen skrivað, hon er myndprýdd við litmyndum úr bæði barnabókum og bókum fyri vaksin, sum Bókadeildin hevur givið út.
Aftast í bókini eru nøkur forvitnislig yvirlit, ið á fyrsta sinni eru samlaði í bók. Millum annað eru yvirlit yvir tær samlaðu útgávurnar hjá Bókadeildini hesi árini. Yvirlit er eisini gjørt yvir allar føroyskar rithøvundar, sum hava givið okkurt út hjá Bókadeildini og yvir allar týðarar og myndprýðarar.
- Til stuttleikar kann eg nevna, at bókin æt BFL 1956 - 2006, næstan til dagin hon fór í prent. Tá var onkur, sum gjørdi vart við, at bøkur ið eita soleiðis, hava lyndi til at hvørva í gloymskunnar hav rættiliga skjótt, og heldur ikki var nøkur rættilig perma gjørd, greiðir Niels Jákup Thomsen frá.
- Vit settu okkum við barnarímunum hjá Hans Andriasi og komu fram á linjuna úr Kongaríkinum Bábylon, Og so veit eg eina vakra søgu. Vit hildu hetta hóska væl til, tí søgan hjá Bókadeildini er ein sera vøkur søga.
- Permumyndina funnu vit í bókini Í skýmingini, sum Elinborg Lützen hevur myndprýtt, vit hildu hana hóska so væl til heitið, sigur Niels Jákup Thomsen.
Eftir framløguna handar Niels Jákup Thomsen formanninum í Føroya Lærarafelagi, Magnusi Tausen, fyrsta eintakið av bókini.