Bókadagur sunnudagin

Rithøvundafelag Føroya skipar sunnudagin fyri bókadegi í Norðurlandahúsinum fyri at varpa ljós á føroyskar bókmentir.

Skráin vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki.

Byrjað verður klokkan 14, tá børnini kunnu hugna sær á gólvinum í Kringluni við bókum, og børn fara at syngja nakrar sálmar.

Tvey ung fólk trína á pallin, hóast tey ikki hava givið nakað verk út. Málið við tí er at geva ungum spírandi rithøvundum hug og dirvi.

Tey, ið hava best innlit í og vitan um hvussu tað er at vera ungur í dagsins Norðurlondum, eru júst tey ungu. Rithøvundafelagið hevur tí valt í ár at lata tvey ung fólk trína fram á pall, hóast tey ikki enn hava givið nakað verk út fyri at geva ungum spírandi rithøvundum hug og dirvi til at koma fram við tí teir hava skrivað.

Umleið klokkan 15.45 verður farið í Skálan at hoyra brot úr verkum hjá Tóroddi Poulsen, Marjuni Syderbø Kjelnæs og Katrini Ottarsdóttir.

Kinna Poulsen fer at hugleiða um “Avbyrgingar” eftir Tóroddi Poulsen, og litografurin, Jan Andersson, fer at greiða frá um verkætlan hjá Steinprenti.

Høvi verður at hoyra brot úr einum nýggjum leikriti, sum Súsanna Tórgarð hevur skrivað..

Hanus Kamban gav á sínum sjútiáradegi út antologiina Frammanfyri lógini, og hann fer at lesa upp brot úr bókini.

Jógvan Isaksen fer at lesa brot úr nýggjastu krimisøgu, Tann fimti maðurin..

Hanus G. Johansen fer at syngjar sangir av nýggju Poul F, fløgu síni.

Bókadagurin endar við pallborðsfundi um at fáa føroyska bókamentan út í heim. Við pallborðið sita Jenny Lydersen, samskipari hjá FarLit, Hugin Eide, stjóri fyri forlagið Torgarð, Guðrun Gaard, forkvinna í nevndini, sum viðger umsóknir um norðurlendskan týðarastuðul og Jógvan Isaksen, rithøvundur og lektari við Københavns Universitet.