Bókabussar rulla enn

Nógvastaðni í grannalondum okkara er framvegis bókasavnstænasta við bókabussum, til íbúgvar, sum búgva fjarskotið frá nærmasta bókasavni Av Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Hóast tað eru fimtan ár, síðan bókabussurin gavst at koyra í Føroyum, verður tað framvegis nógvastaðni í grannalondum okkara hildið at vera eitt frálíkt hugskot at bjóða borgarum bókasavnstænastu á henda hátt, hóast teir búgva fjarskotnir frá nærmasta bókasavni.

Á risastóru bókastevnuni Bok & bibliotek í Goteborg verða í ár vístir fram nakrir av nýggjastu bókabussunum í Svøríki, og tað kann skjótt staðfestast, at í 2007 verða onnur krøv sett til bókabussar enn fyrst í nítiárunum, tá vit seinast høvdu bókabuss í Føroyum.

Nýggju bókabussarnir hava ikki bara bøkur, men eisini teldur, sum eru knýttar í alnetið, sjónvarp, og nógvar aðrar miðlar enn bøkur til at lána út, eitt nú ljóðbøkur, tónleik og filmar. Samanumtikið ger hetta, at betri pláss verður hjá lánarunum, tí hesir miðlar fylla ikki eins nógv og bøkurnar.

Sí myndatema!