Bókabrot til sølu

Permur og umrøður eru ikki altíð tað, tær síggja út til at vera. Vilt tú tryggja tær, at bókin tú ætlar at keypa, livir upp til tíni krøv, er nú møguleiki at keypa eitt brot úr henni fyrst. Við nýggju tænastuni "Amazon Shorts" bjóðar stóri nethandilin www.amazon.com lesarum at keypa kapitlar, brot ella einstakar síður úr ávísum bókum fyri 49 cent pr. stk, sum síðani verða sendar við telduposti.
Sambært Amazon vónar fyritøkan við hesum at geva ókendum høvundum ein betri kjans í høðru kappingini um lesararnar.