Yndisbók: Anne fra Grønnebakken. Havi lisið alla røðina, uttan ta seinastu bókina. Eg elski tær bøkurnar. Mær dámar væl barna- og ungdómsbøkur, men eisini klassikarar.
Vánaligasta bók: »Hesturin og drongurin« hjá C.S. Lewis. Eg havi roynt at komið ígjøgnum hana fleiri ferðir - bæði á føroyskum og enskum, men eg komi bara ikki ígjøgnum hana. Eg haldi hana heilt einfalt vera keðiliga.
Hvat er ein góð bók: Tað er ein bók, sum eg blívi púra burtur í. Tá eg fokuseri 100% uppá bókina og ikki hoyri umheimin. Beint nú eru tað japonsku Manga-bøkurnar.
Nær og hvar dámar tær best at lesa: Eg lesi um kvøldið, tá eg skal sovna. Men leygarmorgnar dámar mær eisini at lesa eina løtu um morgunin, fyri at vakna.
Heitið: Persuasion
Høvundur: Jane Austin
Forlag: Collector's Library
Ár: 2004 (New edition)
Hvat snýr bókin seg í stuttum um: Hetta er eitt sindur ein Øsku-Fíu-søga, ið snýr seg um eitt par, sum hittist, tá tey eru ung, men hon má venda honum bakið, tí familjan ikki góðtekur hann. Fleiri ár seinni hittast tey tó aftur og verða forelskað aftur.
Hví skal hendan bókin lesast: Hon gevur eitt søguligt innlit um tvístøðuna mong konufólk høvdu, tá tey máttu velja millum mannfólkið ella familjuna. Og hetta er fyri so vítt eisini ein trupulleiki, sum ger seg galdandi í dag.
Hvør skal lesa hesa bókina: Viss man er ein romantisk týpa, sum eg, so er hetta ein perfekt bók.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina: Um tú ynskir tær realistiskar bøkur ella spenningsromanir.
Heitið: Min fjerne barndomsby
Høvundur: Jiro Taniguchi
Forlag: Fahrenheit
Ár: 2009 (danska útgávan)
Hvat snýr bókin seg í stuttum um: Um ein mann, sum sovnar í einum toki og sum endar í heimbygdini. Tað vísir seg, at hann er komin aftur til sínar barndómsdagar, og hann roynir so at broyta sín barndóm.
Hví skal hendan bókin lesast: Hon fær teg at virðismeta tað, tú hevur. Hon gevur eisini eitt innlit í, hví tú ikki skalt ynskja eftir at broyta tín barndóm. Tí um tú kundi, hvat skuldi tú so gjørt?
Hvør skal lesa hesa bókina: Tey, sum eru glað fyri tekniseriur. Hetta er ein Manga-tekniseria, sum er ein japanskur máti at tekna uppá. Øll bókin er ein tekniseria. Hetta er ein ungdómsbók, men øll kunnu lesa hana, tí hon er meiningsfull.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina: Dámar tær ikki tekniseriur, so skalt tú halda teg burtur frá hesi bókini.
Heitið: Anne fra Grønnebakken
Høvundur: L.M. Montgomery
Forlag: Høst
Ár: Upprunaliga í 1908, hendan er frá 2005
Hvat snýr bókin seg í stuttum um: Eitt eldri par, sum tekur eina gentu til sín. Hon er eitt sindur øðrvísi, enn tey høvdu væntað, sera romantisk, klossut og dramatisk. Bókin snýr seg um hjartavinir og um trupulleikar í lívinum.
Hví skal hendan bókin lesast? Hon er ein klassikari. Man burdi lisið hesa bókina, um man hevur sæð sjónvarpsrøðina. Filmurin er bara bygdur á tríggjar tær fyrstu bøkurnar, og eg meini, at tað eru 6 ella 7 bøkur í alt.
Hvør skal lesa hesa bókina: Hon er kanska serliga til konufólk, sum vilja hava eina góða, stuttliga søgu við romantiskum ísletti. Hon er ógvuliga skemtilig, tí tú verður flóv av Annu, meðan tú lesur. Men tú heppar samstundis eisini á hana.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina: Mannfólk! Eg vóni, at øll konufólk lesa hesa bókina, men hetta er nokk ikki nakað fyri menn.









