Bókaútsølan byrjar mánadagin

Mánadagin byrjar bókaútsølan. Hon er 3. hvørt ár og hetta er 4. útsølan. Við eru 17 forløg og 360 bókaheiti

Fyrsta bókaútsølan var í 1989. Bókaútsølan er 3. hvørt ár og mánadagin byrjar 4. útsølan, har ein kann ogna sær góðar bøkur fyti bíligan penga.

Bøkurnar, ið eru á útsølu, eru ikki yngri enn 3 ár og tær sleppa bert at vera við á útsøluni tvær ferðir.

Fyrireikararnir siga, at teir við hesum á ein hátt gera upp. Útsølan fær vanliga góða undirtøku og á útsøluni eru nærum øll føroysk listafólk umboðað. Nógv skrivandi fólk og eisini myndlistafólk, ið hava myndprýtt bøkur.

Tað er Bókhandlarafelagið og Føroysk Bókaforløg, ið skipa fyri. Har fegnast tey um, at tað enn eru fólk í Føroyum, ið ikki kunnu halda seg frá at skriva og yrkja á føroyskum. Eisini fegnast tey um, at bæði professionell og glaðir amatørar vilja geva út og at hetta kann gerast við eitt sindur um stuðuli.

Í USA skal ein bók selja yvir 5000 eintøk, fyri ikki at fáa stemplið ?fiasko? á seg. Í Danmark fara bøkur ikki ofta uppum 5000 seld eintøk.

Í Føroyum verður ein miðal bók seld í eini 300 - 500 eintøkum. Men eins og aðrastaðni, so eru tað bøkur ímillum, ið selja meira enn aðrar. Í Føroyum eru tað serliga søguligar bøkur. Í Føroyum eru tað bøkur við myndum og myndteksti, har ein kanska kennir fólk aftur, ið ganga sum heitt breyð.

Nógvar av bókunum á bókaútsøluni komu út í kreppuárunum. Hóast kreppuna, so komu bøkur út. Í Føroyum koma einar 150 bøkur út árliga. Harav geva kanska 10 fíggjarligt yvirskot.

Tað eru serliga jólini, ið hava týdning fyri bókasølurnar. Tá hava bókhandlarnir rættiliga jóladagar.

Tað er eisini undan jólum, at bøkur koma út. Hetta er galdandi fyri bæði føroyskar og útlendskar bøkur.

Bókaútsølan byrjar mánadagin 27. mars og heldur fram til leygardagin 6. mai.

Í samband við útsøluna kemur blað í hvørt hús við yvirliti yvir bøkurnar, ið eru á útsølu. Har kann ein eisini bíleggja bøkur frá bókhandlunum.