Bókaútgáva hjá Lisbeth Nebelong

Nýggja danska skaldsøgan ?Færøblues? kemur út í Danmark fríggjadagin tann 25. januar 2008. Hesin dagurin verður hátíðarhildin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn frá kl. 16.30-18. Skrá

25. januar í Føroyahúsinum kl. 16.30 ? 18.00

? Hans Petur í Brekkunum bjóðar vælkomin og klavertónleikur við Alex verður

? Andreas Restorff spælir cello-solosuite eftir Bach.

? Lisbeth Nebelong tosar um bókina, um hví hon hevur skrivað framhald um Kára og Lisu og um undankanningina til bókina.

Lisbeth lesur byrjanina til ?Piano?, har Kári saman við italiensku lærarinnuni spælir ?Svanan? eftir Saint Saëns.

? Andreas Restorff og Alex spæla ?Svanan? á cello og klaver.

? Drekkamuður og høvi at koma við viðmerkingum og at seta spurningar viðvíkjandi bókini.