Bókin, ið hevur heitið ZH 06, vísir nýggjar síður av verki Zacharias Heinesens, og gevur innlit í ta lívs- og listaáskoðan, sum er støðið undir hansara arbeiði. Bókin peikar á nøkur aðalevni í hansara verki, men eisini menningina í hansara list.
Kendar og ókendar síður
Í bókini eru greinar eftir Gunnar Hoydal, Bárð Jákupsson, Kinnu Poulsen, Bent Irve og Inger Smærup Sørensen og myndir, sum ikki áður hava verið á prenti.
Bæði bókin umframt framsýningin í Listahøllini í løtuni eru gjørdar í samband við at Zacharias Heinesen í ár fyllir 70 ár.
Eins og framsýningin byggir bókin á týdningin, sum Zacharias Heinesen hevur havt fyri føroyska list. Zacharias Heinsen hevur við síni sermerktu innliving í landslagið, sínum sermerkta viðkvæmi í litunum og við sínum eyðkendu musikalsku strikum, gjørt myndina, sum er kend og elskað sum tann føroyska myndin. Men bókin vísir eisini meira ókendar síður av verki Zacharias Heinesens. Millum annað picassoíblástu tekningarnar frá hansara ungdómsárum, hansara áhuga fyri flatanum, linjunum og viðurskifti teirra sínámillum, og hvussu hann alt lívið hevur verið hugtikin av kubismuni og konkretismuni.