Bók um Velbastað løgd fram

Í dag klokkan 15 verður nýggja bókin ?Fólk og hús á Velbastað? løgd fram í Sólarmagn á Velbastað

Fólk og hús á Velbastað er heitið á nýggjari bók, har velbastaðmaðurin Leon Andreassen lýsir bygdina hús fyri hús og býling fyri býling.

Í bókini greiðir velbastaðmaðurin Leon Andreassen frá ognarviðurskiftum og gørðum í gomlu bygdini. Eisini sigur hann frá tilflytarum gjøgnum tíðirnar umframt at bókin hevur eitt yvirlit yvir fólkið í bygdini.

Velbastað er einasta føroyska bygdarnavn, ið endar við staður, ið annars er vanligt í øllum hinum norðanlondunum. Greitt verður frá, hvat serfrøðingar hava hildið um hetta navn, og hvar bygdin hevur verið frá elstu tíð. Greitt verður frá útgrevstri í Fossdali og nakrar sagnir av Velbastað eru við.

Stórar broytingar eru farnar fram á Velbastað síðani samanleggingina við Havnar Kommunu. Tískil er bókin eisin ein roynd at greiða frá gomlu bygdini, meðan tey fólk, ið higartil hava roknað seg sum velbastaðfólk, enn kunna siga frá, og fólkið í teimum nýggju býlingunum fær kunnað seg við staðið, tey nú eru partur av .

129 eldri og nýggjari myndir av fólki og støðum eru við í bókini, sum er 172 blaðsíður.

Bókin verður løgd fram í bygdarhúsinum Sólarmagn í dag klokkan 15, har tónleikur og ein kaffimuður eisini fara at seta dám á løtuna.