Bók um partafeløg og roknskapir

Bók um føroysk partafeløg og roknskapir

Dansk regnskabsAnalyse hevur givið út bók um øll tey umleið 1300 partafeløgini (P/F og Sp/F) í Føroyum.

Í Danmark hevur Dansk RegnskabsAnalyse í nærum 10 ár arbeitt við analysum av meira enn 600 starvsøkjum og bókum og CD-Rom útgávum við upplýsingum um øll 80.000 donsku partafeløgini, sigur stjórin í Dansk RegnskabsAnalyse Henning Larsen. Eisini hevur verið arbeitt við analysum fyri føroyskar kundar, eitt nú í fiskivinnuni.

Í bókini, sum kann vera hent at sláa upp í, eru bert upplýsingar, sum almeningurin hevur atgongd til. Ongar kredtitt metingar ella úttalilsi eru í bókini, bert almennar upplýsingar, leggur Henning Larsen dent á.