Bók um nýggja skúlan

Nú Skúlin á Argjahamri er tikin alment í brúk, hevur Tórshavnar kommuna givið út stásiliga bók um listprýðingina og Skúlan á Argjahamri. Bókin er givin øllum lærarum og næmingum sum gáva, og verður nú eisini send bókabúðunum.

Ein vitjan í Skúlanum á Argjahamri kann verða eitt stórt listarligt upplivilsi. Astri Luihn hevur listprýtt Skúlan á Argjahamri sambært sáttmála við Listabólkin hjá Tórshavnar Kommunu.

Arbeiðið hevur gingið sera væl og eftir ætlan. Heildarúrslitið er avbera væleydnað og samsvarar væl við allar upprunaligar ætlanir.

Tríggir skulpturar úr betong eru í skúlagarðinum til miðskúlan. Pisur, eitur hesin skulptururin. Lomvigaurðin er heitið á verki úr cortenstáli á báðum síðum í Gjónni innan fyri høvuðsdyrnar. Verkið er umleið 60 metrar langt.

Glaslist prýðir glasveggin til fimleikarhøllina og í gongini á aðru hædd. Glasveggur – Kvæðaveggurin – er í bókasavninum á fyrstu hædd. Træskurður - Frisan - er á fyrstu hædd.

So eru eisini fleiri stórir málningar og nakrir smærri, umframt ein figur- og fantasivegg, sum er ein søguveggur. Allir málningar og frisan eru í montrum av málaðum træ og við herdum glasi.

Rithøvundar eru Eva Furseth, listfrøðingur, Maria Eyðunsdóttir Luihn, søgufrøðingur og gullsmiður, Eyðun Andreassen, professar, Rúni Abrahamsen, arkitektur og Astri Luihn, listakvinna. Myndirnar hava Per á Hædd, Lars Gundersen og Peter van der Ent tikið, umframt Allan Brockie.

Henda bókin kemur nú í bókabúðirnar og kostar 150 krónur.

(Mynd: Heðin Mortensen, borgarstjóri handan skúlastjóranum Marjuni Holm, fyrsta eintakið av bókini (Mynd: torshavn.fo))