Føroya Fróðskaparfelag hevur givið út bókina Lossingarmenn í Havn eftir Erland Viberg Joensen. Bókin telur 416 blaðsíður og verður 21. mars vard sum doktararitgerð við Fróðskaparsetur Føroya.
Lossingarmenn í Havn er um arbeiðslívið úti á Kaiini á Eystaruvág í Havn, serliga tíðina 1930-1980. Men farið verður eisini eitt rend aftur um nútímanssamfelagið. Av teimum evnum, ið verða lýst og viðgjørd er m.a. útgerð og tøkni í sambandi við lossing av skipum, um havnarmenn og avbygdarmenn, um samanhald og mótsetningar í einum avmarkaðum arbeiðsumhvørvi.
Kaiin verður sædd innan sum uttan. Tað verður gjørt burturúr uppstillingina við pakkhúshurðina og um tilveruna hjá dagleigarum annars. Taltilfar er um arbeiðsmarknaðin í 1940-50 og 60-árunum, og eisini um ta serligu mentan, ið var millum menn, og sum hoyrdist, tá ið prátið var kvikligt og títt, róligt og góðsligt, við róli og skróli, hittinorðum, kelinøvnum og eyknøvnum, argan, kapping, rosnum og brøgdum. Ritgerðin fevnir um mentanar- og sosialsøguligar tættir í Havn í ta brátt farnu 20. øld, men farið verður eisini út í samfelagið og í havnarbýir úti í heimi. Í bókini eru fotomyndir, kort, ritmyndir og samtalubrot við heimildarfólk.
»Lossingarmenn í Havn« kemur sum Supplementum 37 til Fróðskaparrit. Bókin kostar kr. 280. Bókamiðsølan hevur søluna um hendur.