Bók um listamannin Thomas Arge

Listasavn Føroya hevur givið út bók listamannin Thomas Arge. Hóast hann varð tikin úr hesum heimi bara 36 ára gamal so náddi hann nógv í lívinum, sum eisini er ein gáva til eftirtíðina, ið ríkar sinnið og kveikir nýtt lív, sigur J. P. Gregoriusen

Ísamband við at tað í ár eru 20 ár liðin síðani listamaðurin, Tummas Arge, andaðist hevur Listasavn Føroya givið út bók um henda evnaríka myndlistamannin. Fleiri av verkum hansara eru eisini í bókini.

Nú bókin er komin út, varð hon víst fram á samkomu á Listasavni Føroya í gjár, samstundis sum eisini ein framsýning hjá Hansinu Iversen lat upp.

11. februar í ár vóru 20 ár liðin síðani Tummas Arge doyði. Longu í 1994 var farið undir fyrireikingarnar til hesa bókina. Tað eru teir tríggir J. P. Gregoriussen, Amariel Norðoy og Bárður Jákupsson, sum hava lagt bókina til rættis, og Bárður hevur sjálvur skrivað.

J. P. Gregoriusen, skrivar soleiðis í eftirmælinum um Tommy, sum hann vanliga varð nevndur:


Eftir lokna listmannaútbúgving kom Tommy heimaftur á klettarnar, og búði flestu árini uppi í Hoyvík. Fyrsta sjálvstøðuga framsýning hansara var eisini fyrsta einstaklingaframsýningin í nýggja Listaskálanum. Hetta var í 1970. Men longu 8 ár seinni varð Tommy, ikki fyltur 36 ár, tikin úr hesum heimi og fluttur á ævigu leiðina. Tað hann náddi í stutta æviskeiði sínum, er okkum stórfingin gáva, ið ríkar sinnið og kveikir nýtt lív.


Á baksíðuni á bókini Thomas Arge, stendur soleiðis:


Tummas Arge telist ímillum fremstu myndlistafólk okkara. Hann vaks upp saman við nýggju myndlistini, ið tók seg fram í Føroyum eftir kríggið, men gekk sínar egnu leiðir, og skapti sín egna sermerkta stíl. Tummas vegaði gøtur og umboðaði eitt nýtt listarligt dirvi - hann fór longur niðan á fjøllini, upp á tindarnar, niður í skorðarnar og inn í bjørgini og lundalondini. Tað føroyska lendið - tann villa grýtuta vondin, vovin av homrum, gjáum, giljum og urðum - gjørdist við honum myndaevni á ein nýggjan hátt. Hann vísti á, at enn eru mangir óroyndir møguleikar í stórbæru náttúru okkara.