BÓK UM JÓSEF STALIN

Fyrsta verk á føroyskum um valdsharran og ríkisovastan, sum meira enn nakar annar myndaði heimssøguna í seinnu helvt av 20.øld

Bókaútgáva
Sosialurin

Skal ein kunna skilja dagsins politisku hendingar, sum tær daga á einum altjóða lørifti, er tað viðhvørt ein fyrimunur at hava eitt sindur av baksýnisvitan. Hvat er t.d. orsøkin til teir áhaldandi og blóðugu trupulleikarnar millum Russland og Tsjetsjenia? Hvaðani kemur tann politiska fyrimynd, sum t.d. Kuba og Norðurkorea eru skipað eftir ? og sum til fyri stuttum eisini var galdandi í Irak? Hví varð Tibet kollrent, og hví noyddust milliónir at láta lív í Kampuchea árini 1975-78?
Hesar og mangar aðrar spurningar fær ein svar uppá í bókini Jósef Stalin eftir føroyska rithøvundin Hanus Kamban. Upprunaliga var talan um átta greinir, sum komu á prent í Sosialinum í vár, nakað aftaná fimti ára dagin eftir deyða Stalins. Í bókini verður greitt frá uppvøkstrinum og lívinum hjá tí fátæka dronginum úr Georgia, sum endaði við at gerast valdsharri í einum av heimsins størstu ríkjum. Greitt verður frá, hvussu Stalin sum ungur fer upp í ta russisku kollveltingarligu rørsluna, hvussu hansara flokkur í oktober 1917 tekur valdið í Russlandi, og hvussu Stalin, takkað veri lutvís søgunnar tilvild og lutvís persónligum eginleikum, kemur í Lenins stað í 1924 og fær fult ræði í sínum flokki og sínum landi í 1929.
Bókin er tó als ikki ein ævisøga í trongari merking. Tvørturímóti eydnast tað høvundinum at viðgera mangar spurningar av søguligum, hugmyndafrøðiligum og prinsipiellum slag. Greitt verður frá, hvussu tann europeiska javnaðarrørslan tíðliga í tíðini klovnar í ein totaliteran og ein fólkaræðisligan vong, og hvussu ein innlendsk messiansk rørsla seyrar inn í ta russisku marxismuna. Somuleiðis verður greitt frá, hvussu tann sovjetski landbúnaðarpolitikkurin skilvíst førir til harðræðið í 30-árunum, útreinsingarnar og GULAG. Umframt Stalin verða eisini Lenin og Trotskij lýstir ? sum persónar og hugmyndafrøðiligir leiðarar.
Í bókini verður ikki dult fyri, hvørjar avleiðingar Stalins persónleiki og hugmyndafrøði fingu fyri Russland og heimin. Kortini er hetta verk ikki bara eitt ákærurit, men eisini ein roynd at skilja eitt søguligt og politiskt tíðarskeið. Hetta kemur eitt nú til sjóndar í kapitlinum Barbarossa, har greitt verður frá tí týsku innrásini í USSR í 1941. Høvundurin dylur ikki fyri Stalins stóru moralsku og hernaðarligu mistøkum í hesi lagnustund, men greiðir eisini frá, hvussu tjóðin, herleiðslan og leiðarin spakuliga reisa seg, so at fíggindin at enda má dvína.
Vit skulu ikki dylja fyri, at vit hava lisið hesa bókina við størsta áhuga. Kunnleikin um USSR, Lenin og Stalin hevur ? av orsøkum, sum høvundurin nemur við í formælinum ? ongantíð verið eins stórur og tann vitan, vit hava um eitt nú Nazitýskland og Adolf Hitler. Við hesum verki verður tí lagað upp í eitt glopp. Bókin er væl og greidliga skrivað, ja, hóast hon sigur frá eini daprari søgu, er hon spennandi og í støðum beinleiðis hugtakandi lesnaður.
Hjá leikum ella lærdum, sum vilja vita meira, ikki bara um hetta tíðarskeið, men eisini um heimin í dag, er bókin eitt gott stað at byrja við.
Jósef Stalin eftir Hanus Kamban er 108 síður og hevur o.u. 30 myndir. Hestprent hevur havt sats, prenting og innbinding um hendur. Útgevari er Sosialurin. Bókin kostar kr. 148.

Sosialurin