Bók um Ingálv av Reyni ávegis

Onnur og økta útgáva

Ingálvur av Reyni er uppreistrarmaðurin í føroyskari málningalist og stríðist einvíst ímóti, at myndin gert ov pen. Málningurin skal herja á, revsa og bróta niður, og listamaðurin vil vera við, at gongst ov væl at selja, so er okkurt galið. Somuleiðis mást tú aldrin vera nøgdur, tí so kanst tú líka so gjarna halda uppat. Tí tá ert tú deyður kortini.

Fyrra útgávan av bókini um Ingálv av Reyni kom í 1989, men av tí at filmirnir eru blivnir burtur, hava vit nýtt høvi til at gera eina nýggja og broytta útgávu. Meginparturin av myndunum eru tær somu, men fotograferaðar av nýggjum, og so er komið fitt av seinni myndum aftrat. Strikumyndirnar eru somuleiðis í høvuðsheitum nýggjar. Teksturin hjá Gunnari Hoydal er kortini tann sami, men dagførdur og á trimum málum: føroyskum, donskum og enskum. Bókin er innbundin og við vakrari leysakápu.

Lagt til rættis hava Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre og Jógvan Isaksen.

Um sína strevan, ið hevur staðið við í einar tveir mansaldrar, sigur Ingálvur av Reyni: »Eg royni at koma fram til og finna tað bestemta bílætið, sum eg en ongantíð havi evnað at gjørt. Kanska eg upplivi tað. Kanska ikki.«

Bókin um Ingálv av Reyni kemur í bókabúðirnar seinast í næstu viku og kostar kr. 380.